Støðan í Ukraina tók eina avgerðandi vend í gjár, tá russiski forsetin avgjørdi at viðurkenna tveir eysturukrainskar landslutir sum sjálvstøðugar statir, og veita teimum stuðul við at senda inn herdeildir.
Hvat vera avleiðingarnar?
Og hvat kann nýggja støðan koma at merkja fyri Føroyar, bæði vinnuligt og politiskt?
Vit venda kikaranum eystureftir í dag, og royna at koma nærri nøkrum av hesum spurningum, saman við millum øðrum stjóranum í vinnuhúsinum, og løgmanni og so hoyra vit eisini úr Ukraine.
Vælkomin til Breddan