- Ein umvendur Robin Hood politikkur.
Tað var ein bersøgin formaður í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, sum í gjár fanst at bústaðarpolitikkinum hjá landinum og kommununum.
Og bústaðarpolitikkurin fekk av grovfíluni.
Natúrliga javnvágin millum útboð og eftirspurning er somikið skeiklað, at spekulasjón er komin í bústaðarmarknaðin, ljóðaði skotsmálið.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, hittast til eitt kjak í útvarpsstovuni.