Ein mánaður er liðin, síðani fyrsti loftávaringarlúðurin ljóðaði í Ukraina, og boðaði frá rakettálopum.
Men hvussu er støðan í Ukraina í dag, hvussu uppliva tey kríggi í Russlandi, og hvat ger Russland fyri at stýra krígsmyndini?
Vit hoyra tað nýggjasta úr Kyiv, ein lesandi í Russlandi greiður hvussu hann upplivir kríggi úr Moskva, granskari í russiskum miðlum greiður frá miðlastýringini í Russlandi, og Heini í Skorini, Ph.D í altjóða viðurskiftum, viðmerkir støðuna í Ukraina.