Matur og matvørðutrygd er aftur vorðin ein spurningur eftir, at Russland valdi at gera innrás í Ukraina. Tí hóast russisku bumburnar hvørki raka okkum, ella nær við, so merkjast búskaparligu ringarnir hjá okkum, og alla aðrastaðni.
Matvørðuprísirnir fara beint uppeftir, tí nú er tað ikki bert inflatiónin, sum ger alt dýrari, matvørðuframleiðslan er undir trýsti, tá stóru kornmarkingar í Ukraina eru krígsherjaðar, og landi hevur sett í verk útflutningsbann, og Russland hevur avmarkað kornútflutningin.