Ferðavinnan hevur staðið í vøkstri í fleiri ár, men føroyska samfelagið hevur ikki megnað at lofta øllum teimum avbjóðingum, sum eru komnar av økta ferðafólkatalinum.
Og vit skulu ikki vænta broytingar í hvussu ferðavinnan er skipað í ár í øllum førum. Arbeiðsólkurin er nevnilign ikki liðugur við uppskoti og væntar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at uppskotið ikki verður lagt fyri tingi fyrr enn á ólavsøku.
Tí standa vit á gáttini til ferðafólkaháárstíðina uttan nakran leist, samstundis sum hotelkapasiteturin í landinum verður tvífaldaður.