Seinastu tríggjar samgongurnar hava antin verið ein høgra- ella vinstravend samgonga. Sostatt kann tykjast, at vit í Føroyum hava fingið politiskar blokkar.
Og longu fyri 10 árum síðan eftirlýsti Jóannes Eidesgaard, táverandi formaður fyri Javnaðarflokkin, blokkpolitikk, tí hann metti, at tað var ein fyrimunur fyri veljaran, at hann veit hvat hann fær.
Men ikki øll eru samd í, at blokkpolitikkur er til tað betra, og kallar Tórbjørn Jacobsen tað fyri ein vanlukku fyri Tjóðveldi.