Beint í hesi løtu verður telvað um nýggju fiskivinnulóggávuna. Tað hevur í allan dag verið smaráðst inni í samgonguni í løgtinginum og á Gamla Apoteki, eins og málið hevur verður viðgjørt í vinnunevndini.
Støða skal eisini takast til fíggjarlógina, sum nú er liðugt viðgjørd í fíggjarnevndini, hagani tað eru komin heili trý álit.
Breddin er í dag staddur í Løgtinginum, her vit fylgja við gongdini og viðgera nøkur av viðurskiftunum í fíggjarlógini og í sjófeingislógini.