Danmark má taka yvir, um føroyingar gera eina avtalu við Huawei - tað heldur Søren Espersen, fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti.
Tað kemur als ikki uppá tal, sigur Jóannes Ejdesgaard fyrrverandi løgmaður, sum ikki dugir at síggja tað sjáldsama í, at kinesiski sendiharrin tvinnaði eina komandi handiilsavtalu millum Kina og Føroyar saman við kinesisku fyritøkuni Huawei á fundi við løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Vit tosa við politikarar á veg á fund í Uttanlandsnevndina um evnið og beinleiðis frágreiðing úr London, har Tróndur Olsen er staddur.