Veðurlagsbroytingar og vaksandi geopolitiskur áhugi merkja politiska gerandisdagin í Grønlandi í dag. Tó eru eisini aðrar avbjóðingar í grønlendska gerandisdegnum. Fólkið er farið á gøturnar at mótmæla júst samtyktu fíggjarlógina, og sosialar- og útbúgvingarligar avbjóðingar eru framvegis í grønlendska samfelagnum. Í fiskivinnuni gongur væl, og grønlendingar eru farnir at byggja nýggj og stásilig skip.
Luttakarar: Kim Kielsen, landsstýrisformaður, Thomas Munk Veirum, redaktørur hjá KNR, Johanna Lava Køtlum, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur.