Meðan risastóra og gølurakta reiðaríið Samherji hevur dubbað seg við altjóða advokatfyritøku, mugu íslendsku myndugleikarnir leita í goymslum eftir fígging til at kanna, hvussu djúpt skuldsetingarnar um mutur og skattasvik røkka. Ísland er sett á gráalista á altjóða hvítvaskingarlista, og íslendingar eru aftur úti og mótmæla framman fyri Altinginum.
Føroya mest umrødda lógargrein, 266B um vernd av minnilutum, stendur sína fyrstu roynd í Føroyarætti í hesum døgum. Er hon neyðug og góð fyri fólkaræðið, ella er lógargreinin sensurur og skaðilig fyri fólkaræðið?