Ongantíð áður hava so nógv fólk skula á val sum í ár. Ein lítil helvt av heimsins íbúgvum , í fleiri enn 60 londum, skulu velja politisku kósina fyri næstu árini.
Og ongastaðni man tað kunna fáa so stórar avleiðingar, sum í USA. Tí nú Joe Biden situr á 4. árið í forsetasessinum er valstríði hinumegin hav kyknað, og tað smittar av til restina av heiminum.
Høvuðsnøvini bæði eru vælkend, men eru nakrir aðrir avbjóðarar? hvussu fer valstríði at síggja út? og hvørjar vera avleiðingarnar?
Tað er Breddin, sum í dag snýr seg um amerikanska forsetavalið.
Gestir eru Brynhild Thomsen og Tóri Højgaard.
Gjørt sendigina hava Hallur av Rana og Tróndur Olsen.