Tveir fyrrverandi stjórar tosa um, hví tað er so torført at fáa Strandferðsluna at rigga, og landsstýrismaðurin svarar atfinningunum.
Meðan harðligir samanbrestir vóru millum mótmælisfólk og løgregluna í Hong Kong í dag, stórfagnaði Kina sær sjálvum, nú 70 ár eru liðin undir einaræðinum hjá kommunistaflokkinum. Vit tosa við føroyska sendiharran, sum eisini merkir sensurin í landinum.
Og so útleggur fyrrverandi formaðurin í nýskipanarbólkinum skiftið í fiskivinnupolitikkinum, sum nýggja landsstýrið hevur sett sær fyri.