Jørgen Niclasen, landsstýrismaður tók í dag avgerð um, at politikanningarnar av lyklapersónum í sambandi við gøluna á Glasir og H-bygninginum skulu víðkast til eisini at fevna um Asfaltvirkið.
Og samstundis skulu landsstýrið og Landsverk gera av um dýra og óbrúkiliga Asfaltverkið á Sundi skal umvælast fyri 14 milliónir krónur afturat. Ella skulu tey heldur byggja eitt nýtt? Ella er gølan áminning um, at landið skal halda seg burtur frá privatu vinnuni?
Og so fingu Føroyar í dag 27.000 ferkilometrar av landgrunni aftrat norðanfyri. Men hvat kunnu vit brúka tað til?