Lønirnar í fiskivinnuni svinga frá 329.000 um í miðal um árið til góðar tvær milliónir. Hagstovan má rokna skeivt, sigur Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum, hóast tølini koma frá Fiskimannafelagnum. Negativa rentan kann vara í eini 10 ár aftrat - vit vita ikki hvat tað merkir, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri. Á nýggjárinum fáa pensionistarnir 580 krónur meira um mánaðin. Beate L Samuelsen, forkvinna í Pensionistafelagnum kundi hugsað sær, at Jørgen Niclasen helt vallyftið um at geva pensionistunum 2000 aftrat um mánaðin at liva fyri.