Fleiri danskir politikarar síggja ein trupulleika í, at Føroyingar arbeiða við at gera betri handilsavtalur við millum annað Rusland. Eisini eru alsamt fleiri røddir frammi um, at tað kann vera ein trygdarpolitiskur trupulleiki at Huaway skal byggja 5G netið hjá Føroya Tele út. Danir sjálvir hava valt Ericson tí teir óttast at Kina fær ov stórt vald í Danmark. Skal føroyskur vinnupolitikkur passa inn í danskan uttanríkispolitikk - tað spyrja vit Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum og Helga Abrahamsen, landstýrismann í vinnumálum um.