Pensjónirnar skulu aftur broytast. Í valstríðnum lovaðu flokkarnir, sum vunnu løgtingsvalið, pensjónistunum fleiri pengar. Og nú skulu vallyftini fremjast í verki. Kjak millum Jørgen Niclasen og Aksel V. Johannessen í útvarpsstovuni í dag.
Føroyskir myndugleikar vistu nógv, tá radararnir vórðu settir upp á Sornfelli í 50'unum , men ikki alt. Tað var heldur ikki alt, ið teir ynsktu at vita. Avmarkað var eisini, hvat skuldi út til almenningin, var valið hjá politikarum, sigur søgufrøðingur, sum hevur granskað í amerikanskum skjalasøvnum um køldu tíðina eftir annan heimsbardaga.