Enn sæst onki til fíggjarlógina fyri næsta ár. Vit leita eftir fíggjarlógini og politiska innihaldinum saman við Jørgeni Niclassen, landsstýrismanni, og Kristinu Háfoss, fíggjarnevndarlimi.
Vit skulu leggja um frá olju til el. Samstundis hækkar SEV elprísin. Í Breddanum í dag viðgera vit orkuumleggingina hjá vanliga borgaranum.
Fyri løtu síðani endaði NATO fundurin, sum hevur verið hildin í Bretlandi síðani í gjár. Ósemjur og órógv hava merkt fundin. Breddin í dag tekur saman um NATO fundin.