Danska stjórnin vildi hava landsstýrið at velja Huawei frá. Løgmaður hevur ikki kent seg trýstan av kinesarum, men hevur hann kent seg trýstan av dønum. Tann spurningin fær løgmaður í útvarpsstovuni í dag.
Val er í Bretlandi í dag. Vit hava reportagu og samrøður úr Bretlandi og frætta tað nýggjasta úr London.
Luttakarar: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Høgni Hoydal, limur í uttanlandsnevndini, Angus MacNeil, skotskur limur í bretska tinginum
Gjørt sendingina: Hallur av Rana, Tróndur Olsen og John Johannessen
Redaktørur: John Johannessen