Markamót og fíggingarleistur eru orð, sum hava fylt serliga nógv seinastu fimm árini, tá talan fellur á eldraøkið og kommunurnar.
Í 2015 varð eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita.
Men líka síðani hava kommunurnar verið ónøgdar við eitt nú fígginarleistin, sum rakar sera ymiskt alt eftir kommunurnar hava útisiglarar ella ikki.
Eitt annað, sum hevur fylt nógv er markamótið, sum er av hvør eigur ábyrgda av fólki undir 67 ár, sum hava tørv á hjálp til alt.