Annaðkvøld klokkan ellivu endar 47 ára gamli limaskapurin hjá Bretlandi í Evropeiska Samveldinum.
Tí gott trý og eitt hálvt ár eftir, at bretar á fólkaatkvøðu atkvøddu fyri at fara úr ES verður Brexit nú veruleiki.
Skotska parlamentið atkvøddi í gjár fyri eini nýggja fólkaatkvøðu um loysing, men higartil hevur bretska stjórnin kveistra ynskinum til viks. Er tað óhugsandi at ynskið verður eftirlíkað?
Hvørjar avleiðingar fær tað fyri restina av Evropa og ES, nú eitt limaland er farið úr samstarvinum?