Corona-virusið er nú staðfest í Føroyum og fýra fólk eru avbyrgd í egnum heimi inntil tað er staðfest, at tey eru frísk.
Tað er ein føroyingur, ið kom aftur til Føroyar úr Paris 24. februar, ið er smittaður. Hann fekk sjúkueyðkenni 29. februar.
Kannað verður nú hvør viðkomandi føroyingur hevur verið í samband við, meðan hann kundi smittað onnur.
Og sambært Lars F. Møller, landslæknanum, er tað ikki óhugsandi, at kanningararbeiðið førir til, at fleiri føroyingar verða avbyrgdir.