Skal upplatingin av Føroyar gerast við lóg ella tilmælum.
Tann spurningurin gjørdist aftur aktuellur, aftaná at tíðindini bórust um vikuskiftið, at trý skeinkistøð í høvuðsstaðnum ikki hildu tilmæli frá landsmyndugleikunum, um at steingja klokkan 22.
Og tað er ein smeitur fyri sáttmálan millum borgarar og landsmyndugleikar, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ferð eftir ferð hevur sagt, er lykilin fyri at basa Korona. Ein sáttmáli, ið er bygdur á tilmælir og álit heldur enn lóg og revsing.