Búskaparliga gongdin í Vága Floghavn í fjør var ikki nøktandi og útlitini fyri 2020 eru ikki hugalig. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Vága Floghavn, ið bleiv kunngjørd í dag.
Samstundis eru broytingar gjørdar í nevndini, og tekur Birita Sandberg Samuelsen við sum forkvinna eftir Regin Hammer.
Og nýggja nevndin vil fáa meira vinning burturúr hvørjum einstøkum ferðaseðli.
Vit spyrja nýggju forkvinnuna um útlitini fyri almenna partafelagið, nú ferðavinnan liggur lamin.