Koronasmittan er við at hæsa av í Íslandi, og Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri kunngjørdi í gjár, at ferðafólk úr Føroyum og Grønlandi nú kunnu koma til Ísland, og ferðafólk úr øðrum londum nú eru vælkomin frá 15. juni.
Eiga Føroyar at lata ferðafólk úr eitt nú Íslandi koma hendanvegin, og á tann hátt bjarga nøkur av teimum størvunum sum nú eru í vanda?
Í kjalarvørrinum av koronakreppuni saknar Vinnuhúsið greið boð frá politisku leiðsluni um eina langtíðarætlan, tí at lata samfelagið aftur er bara løtuvinningur.