Røringur er nú í Evropasamveldinum fyri at víðka um samstarvi, so at tað eisini gerst ein hernaðarligur felagsskapur.
Hvat kemur hetta at merkja, og verður ES nú kappingarneyti til NATO?
OG
Vit kaga til Ukraina og hyggja at hernaðarligu støðuni, sum í økjum gerst alsamt meira fastløst, hvat hetta ger við friðartingingarnar og hvussu útlitini eru fyri, at fáa frið aftur í evropa.
Gjørt sendingina: Krista Johnsdóttir Kreutzman, Frants Jensen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.