Eitt hall á 64 milliónir krónur næsta ár og næstan ongar nýggjar íløgur.
Tað var boðskapurin, tá Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í morgun legði fram fíggjarlógaruppskotið.
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, vitjar í útvarpsstovuni, og síðst í sendingini er kjak millum andstøðulimirnar í fíggjarnevndini.
Gestir: Fróði Magnussen, Beinir Johannesen, Steffan Klein Poulsen og Erhard Joensen.
Gjørt sendingina hava John Johannesen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur var Rúni Eysturlíð.