Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði á tingfundi klokkan 10 fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.
Og eitt korter seinni skipaði hon fyri tíðindafundi í Smæruni í Havn um fíggjarlógina.
Breddin sendi beinleiðis frá tíðindafundinum.
Vaksandi bíðilistar
Bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina bara veksur, men hvørja ávirkan hevur tað, og hvat kann gerast, verður eisini spurt í sendingini í dag.
Gestir: Marjus Dam, Signhild Johannesen, Elmar Ósá og Elin Ásudóttir.