Fíggjarlógin hjá nýggju samgonguni kom í tingið í gjár.
Nú verður avlopið 141 mió kr. í staðin fyri 12, sum var uppskotið hjá undanfarna landsstýri. Men andstøðan sóknast eftir politikkinum, tí uppskotið er at kalla tað sama sum hjá undanfarnu samgongu.
Hevur samgongan latið fyrsta møguleikan fara aftur við borðinum?
Strandferðslan skal endurnýggja ferðaseðlaprísirnar, soleiðis at útoyggjafólk sleppa bíligari og útlendingar rinda meira. Ferðavinnanan dámar ikki ætlanina, og landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum viðgongur, at ein ferðavinnuætlan manglar?