Ísrael fremur fólkamorð í Gasageiranum í kjalarvørrinum av Hamas álopunum 7. oktober 2023. Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing, sum Amnesty International hevur latið úr hondum í dag.
Hvat skal til fyri at fremja fólkamorð, hvat liggur til grunds fyri kanningini hjá Amnesty og hvørja ávirkan kann tað fáa á syndarligu støðuna í Gasa og í Ísrael?
Gestir eru Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyar, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og nevndarlimur í Amnesty Føroyar, og Heini í Skorini, Ph.D. í aljtóða politikki.
Lagt til rættis hava Birgit Carina Eliasen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.