Óalment byrjaði danska valstríðið longu fyri fleiri vikur síðan, men nú tykist greitt, at tað almenna valstríðið byrjar.
Tí á middegi í dag hevur Mette Frederiksen boðið miðlunum til tíðindafund á Marienborg og sambært donskum miðlum er eittans evni á skrá.
Fráboðan um val.
Hetta hendir eftir, at forkvinnan fyri Radikalu Venstre, Sofie Carsten Nielsen, í summarferiuni gjørdi greitt, at flokkurin fór at reisa misálit á forsætisráðharran, um hon ikki útskrivaði val í samband við setanina av Fólkatinginum.