Føroyar eiga at fara upp í ES.
Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Hann hevur sagt tað fyrr. Og nú hann enn einaferð alment vísir á, at hann heldur, at limaskapur í ES er tað rættasta fyri Føroyar, elvir tað til politiskt kjak.
Kunnu og skulu Føroyar verða verandi uttan fyri ríka marknaðin og stóra politiska felagsskapin í Evropa, verður spurt í sendingini í dag.
Orðaskifti verður eisini í útvarpsstovuni millum tríggjar limir í uttanlandsnevndini - Anniku Olsen í Tjóðveldi, Bárð á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Sólvit Nolsø í Framsókn.