Er tað neyðugt at hava eitt alment postfelag í nýggju talgildu tíðini?
Spurningurin er aftur vorðin aktuellur, nú nýggi stjórin hevur staðfest, at Posta ikki longur gongur postrutur.
Í sendingini í dag fara limir í løgtingsins vinnunevnd at kjakast um framtíðina hjá Posta.
Luttakarar: Erhard Joensen, Annika Olsen, Uni Holm Johannesen og Jørgen Niclasen.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.