Fíggjarlógin gevur hall í ár og næsta ár, og framskrivingar vísa, at hetta er ein trupulleiki, sum bara fer at vaksa, um tiltøk ikki verða sett í verk.
Tað segði Búskaparráðið, tá heystfrágreiðingin varð løgd fram fríggjadagin.
Breddin hesuferð snýr seg um serliga eitt av tiltøkunum, sum er at hækka pensjónsaldurin.
Í sendingini tosa vit við Maluna Johansen, landsbankastjóra, og Beatu L. Samuelsen, forkvinnu í Landsfelag Pensjónista.
Aftaná er politiskt kjak.