Løgmaður heldur, at Atlantsflog eigur at selja sín part í Hilton Garden Inn á Staravegnum.
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Ruth Vang, Framsókn, og Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin, skifta orð, um Atlantsflog eigur at sleppa sær av við hotellið.
Og tað var eitt søguligt tjóðartingsval í Norðurírlandi í síðstu viku.
Loysingarflokkurin Sinn Féin var størsti flokkur. Og tað er fyrstu ferð í 100 ár.
Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl, Hallur av Rana og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.