Siri Helgadóttir Tórgarð, leiðsluráðgevi, Suni Poulsen, sálarfrøðingur, og Sigri Gaini, kandiatur í pedagogiskari filosofi, eru hesa ferð kjakarar á Breddanum, har vit reflektera um aktuell evni og rák í tíðini.
Skulu vit hava eitt etiskt ráð í Føroyum, og hvør er tann rætti at viðgera etiskar spurningar. Tað komandi Etiska ráðið, sum er í umbúna í Føroyum, verður viðgjørt og spurt verður, hvønn týdning eitt slíkt ráð kann fáa fyri almenna kjakið og føroyska samfelagið.