Aðalorðaskiftið um fiskvinnuna var í løgtinginum týsdagin 14. mars og tann 10. mars var eitt uppskot tilfeingisgjøld lagt út til hoyringar.
Samgonan ætlar at taka meiri frá Barentshavsflotanum í tilfeingisgjaldi - men ikki at taka alla tilfeingisrentuna inn.
Tilfeingisgjaldið er lítið og einki er broytt á uppsjóvarfiskinum, men nú skulu reiðarar selja makrelkvotur millum sín á opnum marknaði. Hvussu skal tað fyriganga? Og ber til at taka tilfeingisrentuna inn, tá hon er keypt og seld millum aktørar á einum opnum marknaði?