Kjarnorka.
Orðið vekir minnir um rund gul klistrimerki við orðunum Nei takk, skrivað á, og minnir um tíðindasendingar um Tjernobyl, Fukushima og um avtalur við Iran.
Men hinvegin er tað eisini ein grøn orkukelda í eini tíð, har mong leita við ljós og lykt eftir alternativum orkukeldum, til olju, kol og gass.
Spurningurin um kjarnorku hevur lyndið til at býta fólk í tveir bólkar. Tey, sum síggja eina grøna orkukeldu, og tey, sum síggja dálkingina og vandarnar og als ikki halda, at tað er so grønt.