Løgtingið fer í dag at samtykkja heimild til landsstýrið at játta 9 milliónir krónur til sonevndu koltursætlanina hjá Tjóðsavninum. Játtanin er treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av koltursætlanini, sum í alt er mett kosta 65 milliónir krónur. Ætlanin fevnir um varðveiting og nýbygging av býlingum í Koltri og um at endurskapa upprunaligu náttúruna í oynni. Vit ringdu til bóndan í Koltri, Bjørn Patursson, um hvat gerast skal í oynni, og høvdu stjóran á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, í útvarpsstovuni at skifta orð um ætlanina.