Kommunulæknatrotið í Føroyum er stórt. í løtuni hava 1000 føroyingar ikki fastan lækna.
Heilsutrygd søkir javnan eftir læknum at manna tey leysu kommunulæknastørvini kring landið. Men alt ov lítil áhugi er fyri størvunum.
Ein annar trupulleiki er, at ov fáar viðtalur eru. Tørvur er á trimum kommunulæknaviðtalum afturat - og tað kostar pengar.
Og fíggjarlógin fyri 2022 verður í hesum døgum viðgjørd í løgtinginum. Vit eru í tinginum í morgun og lodda dýpið hjá samgongu og andstøðu.