Tað byrjaði á grækarismessu í fjør, tá Føroyar fóru niður í ferð. Ókenda koronusmittan loypit ótta á allan heimin, og tað skuldi berast skjótt at at steingja samfelagið.
Nú er meira enn hálvtannað ár síðani, og fleiri ferðir eru tiltøk sett í verk, sum raka gerandisdagin hjá privatfólki og vinnurekandi.
Men øll tiltøk eru sett í verk við tilmælum og ikki við lóg.
Búskapar og Løgfrøðingafelagið sigur, at hetta gongur út yvir álitið á rættarsamfelagið, sum eigur at vera skipað við lóg.