Eitt evni er í dagsins sending.
Tá sjúka kemur inn í lívið hjá einum, so broytist gerandisdagurin. Og krabbamein ber ofta við sær broytingar, sum kunnu raka bæði tann sjúka og tey avvarðandi sera meint.
Fleiri og fleiri fáa staðfest krabbamein, men færri doyggja av sjúkuni í dag samanborið við fyri 10 árum síðani.
Hví er tað so? Og hvussu vita vit tað?
Tordis Kristiansdóttir, onkologur á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá tilgongdini, frá tí at ein hevur illgruna um krabbamein til viðgerðin byrjar.