Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, breyt lógina, tá hann í fjørvár gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Tað staðfestir landsstýrismálanevndin.
Men sambært landsstýrismanninum var hann óvitandi um tað. Heldur tann grundgevingin? Fær málið avleiðing fyri landsstýrismannin ella embætisfólk? Ella er niðurstøðan hjá nevndini seinasta punktum í málinum?
Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
Luttakarar: Hans Jacob Thomsen, Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur var Kári Annand Berg.