Eftir at Jenis av Rana var koyrdur frá sum landsstýrismaður, brast aftur ein politisk bumba í morgun, tí klokkan 9.08 í morgun boðaði Christian Andreasen frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.
Løgmaður hevur sum kunnugt skrivað út nýval til Løgtingið, tí samgongan hevur mist meirilutan, eftir at Miðflokkurin tók seg úr samgonguni.
Spenningur var leingi í luftini í gjár um, nær løgmaður fór at trýsta á valknøttin, og stutt fyri klokkan trý varð greitt, at vit hósdagin 8. desember aftur skulu taka støðu til, hvar krossurin skal setast.