Fimm lønarbólkar kunnu 1. januar gleða seg til hægri løn. Ikki tí, at teirra fakfelag hevur fingið eina góða avtalu í hús, men tí nýggja samgongan nú er klár við einum lønarlyfti til lægst løntu bólkunum á umsorgarøkinum.
Men hvørjir eru bólkarnir, hvussu er upphæddin staðfest og hvat merkir hetta fyri aðrar samráðingar.
Tað spyrja vit Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Veiðitrýst
Hvussu ber tað til at tú kann býta ein lítlan partrolara út við eitt nógv størri uppsjóvarskip og enn fáa sama tal av fiskidøgum?