Hvør skal taka avgerðina, um hvørji undantøk verða givin í einum verkfalli?
Hesin spurningurin er kelda til ósemju í fakfelagsrørsluna, eftir at trý fakfeløg seinastu mánaðirnar hava skrivað undir nýggjar semjur, har avtala eisini er gjørd um neyðtilbúgving.
Meðan summi fakfeløg siga at hetta tekur tenninar úr fakfelagsrørsluni, eru tað onnur, sum halda, at einki verður broytt.
Í Breddanum í dag hyggja vit at evninum, sum kloyvir fakfelagsrørsluna.
Gestir: Helgi Abrahamsen, Óluva í Gong og Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk.
Gjørt sendingina hava Birita Matras Petersen, Yngva Sigursdóttir Lamhauge og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur var Rúni Eysturlíð