Radarin verður settur upp á Sornfelli. Men radaramálið skal brúkast til at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tí verður svarið úr Føroyum til donsku stjórnina, hvørki eitt ja ella eitt nei. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum:
Í temasendingini eftir Dag & Viku í gjárkvøldi hoyrdu vit danskar serfrøðingar vísa á, at tað er ein sjálvfylgja at seta ein radara upp á Sornfelli.
-So einfalt er málið tó ikki, sigur Jenis av Rana.