Reiðarafelagið hevur gjørt ein heldur óvanligan lobbyfilm um føroyska fiskivinnu, samstundis sum politiska skipanin stríðist við at fáa eina fiskivinnunýskipan innanborða. Vit ummæla filmin.
Landið hevur avgjørt at lata skandinaviska flogrisan SAS sleppa at kappast við Atlantsflog. Er kappingin kærkomin? Ella er vandi fyri, at vit missa tamarhaldið á lívsæðrini út í heim?
At enda velur panelið ársins orð, og nakrir málsligir spurningar verða viðgjørdir í hesum sambandi.