Bretskir parlamentslimir siga, at tað er moralskt skeivt, at Føroyar samstarva við Russland, og ikki seta ítøkilig revsitiltøk í verk.
Tað fekk Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at vita, tá hann hitti parlamentslimir í London í gjár.
Løgmaður heldur, at hann og parlamentslimirnir fingu tosað seg til rættis.
Føroyar hava víðfevnt samstarv við Russland.
Tí vit útflyta eisini nógva olju til russisk skip. Í virði er tað næststørsta útflutningsvøra eftir fiskaútflutningin.
Ríkisveitingin skerjast