Sálarheilsan hjá teimum ungu tykist vera í afturgongd, og á tiltaki í Løkshøll var ljós varpað á málið á altjóða sálarheilsudegnum.
Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja, og hvussu hevði støðan verið, um meira varð gjørt við fyribyrging?
Fólkaskúlin
Alsamt fleiri næmingar kenna seg vera fyri happing í fólkaskúlanum.
Tað var ein av niðurstøðunum í trivnaðarkanning, sum varð løgd fram í farnu viku.
Men hví fara tølini skeivan veg? Og hvussu venda vit hesari gongdini?
Tað spyrja vit trivnaðaráðgeva í fólkaskúlanum um.