Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár sítt banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin ikki kemur í Løgtingið, áðrenn tingið fer í summarfrí longu í morgin. Ósemja er um fleiri av pørtunum í pakkanum, og tí hevur samgongan slept at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur undir ólavsøkutingsetuni. Tað er tó ógvuliga ivasamt, um hann kemur aftur.